Fólkaheilsa

Fólkaheilsuarbeiðið fevnir um bæði heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk.

Mál og mið
Miðvísa arbeiði at styrkja fólkaheilsuna hjá føroyingum heldur fram. Fólkaheilsuráðið verður styrkt sambært Fólkaheilsuætlanini. Tilboð um fyribyrgjandi heilsukanningar skal veitast øllum í miðal aldri. Heilsuátøk skulu fremjast fyri øktum likamsvirkni og heilsugóðum kosti, eins og fyribyrgjandi átøk móti rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu.