Heilsugransking í Føroyum

Seinastu árini er áhugin fyri heilsugransking í Føroyum munandi vaksin. Heilsugransking er skipað í Ílegusavninum, Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu og á Landssjúkrahúsinum.   

Gransking innan heilsu í Føroyum og í føroyskum heilsuviðurskiftum er av stórum týdningi fyri at heilsuverkið kann verða eitt áhugavert arbeiðspláss, við fakligari menning og avbjóðingum fyri læknar og onnur heilsustarvsfólk. Harumframt at tað er avgerandi at vit ganga á odda tá tað kemur til at granska verður í okkara egnu heilsuviðurskiftum fyri at innlit í, hvussu tey eru í mun til aðrastaðni.