26. september 2011
Stýrisbólkur settur fyri krabbameinsøkið
John Johannessen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur gjørt av at seta ein stýrisbólk fyri krabbameinsøkið. Hetta er í samsvari við tilmælið í krabbameinsætlanini, sum varð handað Heilsumálaráðnum í 2009.

Uppgávan hjá stýrisbólkinum verður millum annað at ráðgeva landsstýrismanninum í heilsumálum og Heilsumálaráðnum í spurningum viðvíkjandi krabbameini. Í hesum sambandi skal bólkurin eisini viðgera tilmælini í krabbameinsætlanini.

Landsstýrismaðurin hevur valt hesi umboð í stýrisbólkin:

• Høgni D. Joensen, landslækni
• Dorrit Beck Joensen, kommunulækni (vegna Kommunulæknafelag Føroya)
• Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum
• Sigurð Ó. Vang sjúkrahússtjóri (vegna Sjúkrahúsverkið)
• Jóhan Poulsen, yvirlækni (vegna Sjúkrahúsverkið)
• Bjarni á Steig, leiðandi yvirlækni (vegna Sjúkrahúsverkið)
• Maria Debess, sjúkrarøktarfrøðingur (vegna Sjúkrahúsverkið)
• Pál Weihe, yvirlækni (vegna Fólkaheilsuráðið)
• Poul Geert Hansen, aðalstjóri (vegna Heilsumálaráðið)

Ætlanin er at hava tveir til tríggjar fundir um árið, og fyrsti fundurin í bólkinum verður hildin í næstum.



Børn hava frískari tenn26. september 20012
Sjúkrahús Føroya1. september 2011
Kom og rørið okkum! 31.september 2011
Móttøkufólk13. desember 2010
55 prosent svarað22. juni 2010