10. november 2011
Nýggja sjúklingahotellið er nú veruleiki
John Johannessen, landsstýrismaður, skrivaði mánadagin undir leigusáttmála um nýtt føroyskt sjúklingahotell á Venøgade í Keypmannahavn.

Eftir ætlan flytur sjúklingahotellið komandi summar í nýggju hølini, sum verða bygd til endamálið.

Frammanundan hevur Heilsumálaráðið gjørt avtalu við Nordicom A/S, eigaran av verandi sjúklingahotellinum í Tåsingegade í Keypmannahavn, um at sleppa úr leigusáttmálanum í úrtíð. Kostnaðurin at sleppa úr verandi leigusáttmála er innanfyri karmarnar, ið løgtingið samtykti stutt fyri, at løgtingsval varð útskrivað.

Árligu leiguútreiðslurnar verða 1,3 mió. kr. hægri í nýggja sjúklingahotellinum.

Landsstýrismaðurin, sum í dag fór úr starvinum, fegnast um, at tað loksins hevur eydnast at betra munandi um umstøðurnar hjá sjúklingum, sum verða sendir til Keypmannahavnar í sjúkraørindum.

- Eg eri fegin um, at tað eydnaðist mær at fylgja hesum málinum frá byrjan til endan. Og nú málið er avgreitt, er tað við eini góðari kenslu, at eg í dag havi lagt frá mær sum landsstýrismaður, sigur John Johannessen.


Heilsumálaráðið, 10. november 2011



Nakrir munir ímillum nýggja og gamla sjúklingahotellið (42 KB)
Visualisering av Hotel Tórshavn (1,83 MB)
Tekning av hotel Tórshavn (813 KB)






Børn hava frískari tenn26. september 20012
Sjúkrahús Føroya1. september 2011
Kom og rørið okkum! 31.september 2011
Móttøkufólk13. desember 2010
55 prosent svarað22. juni 2010
Stjóri til Heilsutrygd28. desember 2009