20.mars 2012
Deildarstjórar til Heilsumálaráðið
Tvey størv sum deildarstjórar í Heilsumálaráðnum eru leys at søkja, við setan frá 1. juni 2012. Størvini hava verið fyribilssett síðani 1. juni 2011.

Deildarstjórarnir koma at stjórna ávikavist Heilsubúskapardeildini og Heilsupolitiskudeildini.
Deildarstjórin kemur sjálvur at mynda starvið, og fær harumframt góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning.

Heilsupolitiskadeildin
Deildin hevur ábyrgdina av tí politikkfyrireikandi arbeiðinum í breiðum týdningi. Tað snýr seg um at orða uppskot til lógir og kunngerðir og áðrenn hetta at hava gjørt tað fyrireikandi arbeiðið hesum viðvíkjandi. Herundir at hava gjørt tað neyðuga kanningararbeiðið - skrivað í álitum ella líknandi. Til hesa deildina hoyrir eisini at svara fyrispurningur í Løgtinginum o.l.

Deildin hevur eisini um hendi fyrisitingarligu uppgávurnar í ráðnum. At tryggja tulkingar v.m..
Uppgávurnar hjá deildini eru í høvuðsheitinum hesar:
• Strategi og menning innan økið
• Orða álit og politikkar
• Fyrireika mál, ið skulu á landsstýrisfund
• Svara fyrispurningum frá løgtinginum
• Svara fyrispurningum frá borgarum, kommunum, feløgum, ráðum og stovnum v.m.
• Luttaka í tvørfakligum arbeiði, arbeiðsbólkum og annað
• Lógarsmíð og lógarumsiting v.m. á økinum
• Avgreiða mál um lógartulkingar
• Ráðgeva stovnum í lógarmálum
• Viðgera kærur innan økið
• Luttaka í tvørfakligum arbeiði, arbeiðisbólkum og annað
• Luttaka í tvørfagligum arbeiði arbeiðsbólkum o.a.
• Aðrar ad-hoc ella varandi uppgávur
Tað starvast 5 fólk á Heilsupolitiskudeildini.

Heilsubúskapardeildin
Deildin tekur sær av øllum, sum hevur við tey heilsubúskaparligu viðurskiftini í sínum breiðasta týdningi at gera. Tað er heilt frá tí yvirordnaða, hvussu tilfeingið verður gagnnýtt og hvat kemur burturúr, til hvussu játtanir verða veittar, roknskapir gjørdir og fylgdir upp.

Talgilda heilsuskipanin (THS) er blivin ein týðandi partur í uppgerðini av virkseminum innan heilsuverkið – umframt at verða eitt stýrings- og skrásetingaramboð í kliniska arbeiðsdegnum.
Sjálvur raksturin av talgildu heilsurskipanini, er skipaður í eina eind fyri seg, men tann yvirskipaða strategiska ábyrgdin av menningini av THS liggur hjá Heilsubúskapardeildini.

Kommunulæknaskipanini er partur av Heilsubúskapardeildini, deils tí talan er um eina rakstrarfunktión inni í ráðnum, men eisini tí at hugsanin er, at effektivisera fyrisitingarligu stýringsamboðini gjøgnum THS.
Uppgávurnar hjá deildini eru í høvuðsheitinum hesar:
• Strategi og menning innan øki
• Fíggjarlógar- og eykajáttanaruppskot
• THS yvirordnað strategi
• Hagtøl
• Virksemis- og búskaparstýringsskipanir
• Fíggjarlig fyrisiting og eftirlit fyri alt heilsuøkið
• Góðkenningar av mánaðarroknskapum
• Samskifti og fíggjarlig ráðgeving av stovnunum innan heilsuøkið
• Ný- og útbýggingar
• Mál- og avrik
• Viðgerð av fyrispurningum frá landsgrannskoðanin
• Íverkseta og tillaga roknskaparreglugerðir
• Eftirlit av roknskaparøkinum sambært roknskaparkunngerðini
• Eftirlit og góðkenning av roknskapum frá stovnum, feløgum o.ø.
• Kommunulæknaskipanin
• Umsita og skráseta vaccinatiónir v.m.
• Luttaka í tvørfagligum arbeiði arbeiðsbólkum o.a.
• Aðrar ad-hoc ella varandi uppgávur
Tað starvast 5 fólk á Heilsubúskapardeildini

Førleikar
Tann, ið verður settur skal hava viðkomandi hægri útbúgving innan t.d. búskap, stjórnmálafrøði, samfelagsfrøði ella løgfrøði. Fyrimun hevur umsøkjari, sum harumframt hevur leiðsluroyndir, góðan kunnleika til heilsuøkið, evni at seta í verk fyriskipanir, góð leiðslu- og samstarvsevni og vitan um tær treytir, sum eru galdandi í einari politiskari fyrisiting. Tað er ein fyrimunur fyri umsøkjaran, at hava royndir og gott innlit í virkisøki, fyri ta viðkomandi deildina, sum søkt verður á.

Tilvísing og setanarøki
Deildarstjórin vísir til aðalstjóran. Setanarøkið er Heilsumálaráðið við tilhoyrandi stovnum umframt Løgmansskrivstovan og hini stjórnarráðini. Deildarstjórin skal kunna tola broytingar í starvsinnihaldinum.

Setanartreytir
Starvið verður lønt ájavnt 37. lønarflokk hjá tænastumonnum landsins, umframt 15% í eftirløn, men uttan at talan er um tænastumannastarv. Setanartreytir annars verða ásettar í sersáttmála.

Umsókn
Umsókn við avriti av prógvum, C.V. o.ø. skulu sendast til:
Heilsumálaráðið
Eirargarður 2
FR-110 Tórshavn
Umsóknarfreist: 30. mars kl. 12.00
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Poul Geert Hansen, aðalstjóra tlf. 304050 poul.geert.hansen@hmr.fo

Heilsumálaráðið, ið gjørdist sjálvstøðugt stjórnarráð 1. oktober 2008, umsitur heilsu- og apoteksverkið. Tað starvast í løtuni 14 fólk í ráðnum. Uppgávan hjá Heilsumálaráðnum er í høvuðsheitinum: At ráðgeva landsstýrismanninum innan heilsumál, at tilevna lógaruppskot, kunngerðir og aðrar reglur, at leggja til rættis fíggjarlógararbeiðið og hava játtanareftirlit við økinum, og at veita stovnum undir ráðnum ráð og vegleiðing.






Børn hava frískari tenn26. september 20012
Sjúkrahús Føroya1. september 2011
Kom og rørið okkum! 31.september 2011
Móttøkufólk13. desember 2010
55 prosent svarað22. juni 2010