14. mai 2012
Ókeypis koppseting ímóti meslingum
Nú stendur persónum, sum eru føddir í 1974 ella seinni, og sum ikki hava havt meslingar ella eru koppsettir ímóti meslingum, í boði at koppseta seg ókeypis ímóti meslingum.

Tilboðið um ókeypis koppseting er galdandi frá 15. mai at rokna, og fer úr gildi aftur 1. januar 2013.

Meslingar eru ein virus, sum smittar sera illa. Harafturat standast ofta eftirsjúkur av meslingum. Sum dømi kunnu nevnast millumoyrnabruni og lungnabruni. Í serstøkum førum kunnu standast álvarsamar eftirsjúkur sum eitt nú heilabruni.

Koppsetingin verður veitt sum ein MFR koppseting, sum verjir ímóti meslingum, fárasjúku og reydlingum.


Heilsumálaráðið



Børn hava frískari tenn26. september 20012
Sjúkrahús Føroya1. september 2011
Kom og rørið okkum! 31.september 2011
Móttøkufólk13. desember 2010
55 prosent svarað22. juni 2010
Stjóri til Heilsutrygd28. desember 2009