2. juni 2009
Munandi víðkað tilboð um ókeypis koppseting fyri lívmóðurhálskrabba
Tilboðið um ókeypis koppseting fyri lívmóðurhálskrabba verður nú víðkað til at fevna um tríggjar árgangir, nú teir eldru árgangirnir 93 og 94 eisini koma við.

“Tað er at fegnast um, at Løgtingið hevur hækkað játtanina soleiðis, at hetta týdningarmikla tilboðið um ókeypis koppseting verður víðkað”, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í viðmerking.

Fyrr í ár fingu gentur føddar í 1995 møguleikan at blíva koppsettar ókeypis fyri lívmóðurhálskrabba. Hetta tilboðið er við nýggjari kunngerð nú víðkað, og fevnir framyvir eisini um árgangirnar 1993 og 1994. Fyri hesar skal koppsetingin skal verða liðug í seinasta lagi 30. juni 2010.

Við nýggju kunngerðini kunnu gentur føddar í 93 og 94, sum longu hava latið seg koppseta, eisini fáa endurrindað kostnaðin.

Koppsetingin móti lívmóðurhálskrabba verður framd hjá kommunulæknanum. Koppsetingin krevur trý prik, sum skulu gerast yvir eitt hálvt ára skeið. Gentur, føddar í 1993, 1994 og 1995, kunnu seta seg í samband við kommunulæknan viðvíkjandi koppsetingini.

Heilsumálaráðið hevur latið gjørt kunnandi faldara um lívmóðurhálskrabba, sum verður tøkur í næstum. Heilsufrøðingar fara at býta faldaran út til genturnar, og somuleiðis verður faldarin at fáa á apotekum, hjá kommunulæknum og á ymsum viðkomandi heimasíðum.


Heilsumálaráðið 2. juni 2009



Børn hava frískari tenn26. september 20012
Sjúkrahús Føroya1. september 2011
Kom og rørið okkum! 31.september 2011
Móttøkufólk13. desember 2010
55 prosent svarað22. juni 2010
Stjóri til Heilsutrygd28. desember 2009