12. mai 2009
Influensa A kann viðgerast
Hóast altjóða fjølmiðlar dagliga boða frá nýggjum tilburðum av Influensa A (svínakrím), meta landslæknin og Heilsustýrið framvegis ikki, at fólk eiga at óttast. Krímið tykist ikki at vera álvarsligari enn vanligt vetrarkrím og kann viðgerast við antiviralum heilivági.

Landslæknin metir, at yvirhøvur eiga fólk ikki at óttast smittuna, men leggur dent á, at støðan skjótt kann broytast og tí eiga vit ikki at vera líkasæl.

Landslæknin leggur aftrat at, ”vit hava sum áður frásagt nóg mikið av antiviralum heilivági á goymslu í Føroyum, bæði tá ið tað snýr seg um Tamiflu, Relenza og Amantadin”.

Í einum yvirliti frá heimsheilsustovninum WHO verður staðfest, at kring heimin hava 60 fólk mist lívið orsaka av Influensu A. Krímið hevur spjatt seg yvir allan heimin, og í vikuskiftinum var Influensa A staðfest í Noreg. Talan var um ein mann og eina kvinnu, ið eru undir hægri lestri í Meksiko. Tey eru í viðgerð, og støðan hjá teimum er batnað munandi.

Landslæknin og føroyska heilsuverkið í heila tikið fylgja neyvt gongdini, tí talan er framvegis um eitt nýtt og ókent virus. Møguliga kann virusið mutera – broyta skap – og tað kann hava týdning fyri, hvussu virkin viðgerðin verður framyvir. Tí stendur tilbúgvingin við og heitt verður á øll, ið hava illgruna um, at tey hava Influensa A (svínakrím) at seta seg í samband við kommunulæknan.

Pandemibólkurin, sum er samansettur av umboðum fyri ymsum sentralum myndugleikum, hevur fund um føroysku tilbúgvingina hósdagin 13. mai.


Høgni D. Joensen, landslækni, og Heilsumálaráðið



Børn hava frískari tenn26. september 20012
Sjúkrahús Føroya1. september 2011
Kom og rørið okkum! 31.september 2011
Móttøkufólk13. desember 2010
55 prosent svarað22. juni 2010
Stjóri til Heilsutrygd28. desember 2009