14. juni 2009
Fimm tilburðir av Influensu A staðfestir í Føroyum
Hóast smittan nú hevur spjatt seg, meta føroysku heilsumyndugleikarnir ikki, at fólk eiga at vera stúrin. Alt bendir á, at talan er um eina milda krímsjúku, sum kann samanberast við vanligt krím.

Seinnapartin í dag vórðu íalt fimm tilburðir av Influensu A smittu staðfestir í Føroyum. Fýra fólk, ið vóru kannaði leygardagin, hava í dag fingið staðfest smittuna. Tey smittaðu eru komin í viðgerð og hava tað eftir umstøðunum gott.

Góð ráð
Sambært vitan um smittuna frá øðrum londum, so fer Influensa A í flestu førum at vísa seg sum eina milda krímsjúku, sum hæsar av eftir heilt fáum døgum. Tó er týdningarmikið, at fólk ikki eru líkasæl, men fylgja hesum leiðreglum, um tey hava krímsjúkueyðkenni.

Sjúkueyðkennini eru: Knappliga íkomin sjúka við yvir 38 hitastig Celsius, sjúkueyðkenni frá andaleið - vanliga ilt í hálsi og hosti- og pína í vøddum. Leyst lív kann koma fyri.

Er ein vorðin sjúkur við hesum sjúkueyðkennum, skal ein vegna smittuvandan í mest møguligan mun verða verandi heima. Ring til egnan kommunulækna ella læknavaktina, um klokkan er farin av 16. Far ikki til lækna uttan at hava avtalað tað frammanundan.

Til endalig greiða er fingin á, um ein er vorðin smittaður, skal ein hava samband við so fá fólk sum til ber.

Føroysku heilsumyndugleikarnir fylgja gongdini neyvt og komandi dagarnar fæst meira at vita um hetta.


Landslæknin og Heilsumálaráðið 14. Juli 2009.



Børn hava frískari tenn26. september 20012
Sjúkrahús Føroya1. september 2011
Kom og rørið okkum! 31.september 2011
Móttøkufólk13. desember 2010
55 prosent svarað22. juni 2010
Stjóri til Heilsutrygd28. desember 2009