15. juni 2009
H1N1: Fáa svar sama dag
Nú fer tað bert at taka millum 6-8 tímar at fáa svar upp á kanningar fyri H1N1-beinkrím.

Landslæknin og Heilsumálaráðið hava í dag gjørt avtalu við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, um at tey framyvir gera sokallaðu H1N1 PCR kanningarnar. Áður hevur Statens Serum institutt staðið fyri kanningunum.

Føroysku sjúkrahúsini og kommunulæknarnir eru kunnaðir um nýggja avtaluna og Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur longu móttikið fyrstu royndirnar.

Landslæknin og Heilsumálaráðið tann 15. juli 2009.



Børn hava frískari tenn26. september 20012
Sjúkrahús Føroya1. september 2011
Kom og rørið okkum! 31.september 2011
Móttøkufólk13. desember 2010
55 prosent svarað22. juni 2010