16. juni 2009
Tilbúgvingarstigið broytt
Á middegi í dag gjørdi Landslæknin í samráð við danska Heilsustýrið og heimsheilsustovnin WHO av, at fara úr tilbúgvingarstig fimm upp í tilbúgvngarstig seks. Í hesum sambandið hevur føroyska heilsuverkið gjørt eina leiðbeining við góðum ráðum til fólk.

Hóast tilbúgvingarstigið nú er hækkað bendir framvegis alt á, at Influensa A er ein mild beinkrímsjúka. At farið verður upp í tilbúgvingarstig seks merkir, at talan nú er um eina reiðiliga umfarsótt í Føroyum. Føroysku heilsumyndugleikarnir hava broytt tilbúgvingarstigið, tí tað nú kann staðfestast, at H1N1 smittar frá fólki til fólk, og at meira enn tann eina smittukeldan er staðfest.

Í hesum sambandi hava føroysku heilsumyndugleikarnir í samstarv við danska Heilsustýrið gjørt eina leiðbeining við góðum ráðum hvussu ein kann minka um vandan at verða smittaður og smitta onnur.

Í alt eru 10 tilburðir av Influensa A (H1N1) staðfestir í Føroyum.

Landslæknin og Heilsumálaráðið 16. juli 2009



Børn hava frískari tenn26. september 20012
Sjúkrahús Føroya1. september 2011
Kom og rørið okkum! 31.september 2011
Móttøkufólk13. desember 2010
55 prosent svarað22. juni 2010