27. juli 2009
Teistin framhaldandi tilbúgvingarskip
Í samráð við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum hevur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, gjørt av, at Teistin framhaldandi skal røkja sjúkraflutningin um Skopunarfjørð í samband við tilbúgving.

Nýggjur sáttmáli er gjørdur millum Strandfaraskip Landsins (SL) og Landssjúkrahúsið um flutningstænastu í samband við tilbúgving úr Skopun og Hesti til Gomlurætt uttanfyri ferðaætlan.
 
Í viðmerking sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum: “Teistin hevur røkt uppgávuna væl í fleiri ár og tað er mín greiða fatan, at sandoyingar og hestmenn hava kent seg tryggar við hesa tænastuna. Tí hevur mítt ynski verið, at Teistin framhaldandi skal verða álitið í tilbúgvingarstøðu”.
 
Sambært avtaluni hevur Strandfaraskip Landsins ábyrgd av at veita flutning av sjúklingum við M/F Teistanum úr Skopun og Hesti til Gomlurætt uttanfyri ferðaætlan. SL bindir seg at hava skipara og manning tøka til henda flutning, eisini í tíðarskeiðum tá ongin sigling annars er.



Børn hava frískari tenn26. september 20012
Sjúkrahús Føroya1. september 2011
Kom og rørið okkum! 31.september 2011
Móttøkufólk13. desember 2010
55 prosent svarað22. juni 2010
Stjóri til Heilsutrygd28. desember 2009