25. september 2009
Viðmerking til skert virksemið á Psykiatriska depilin
Umbønin um eykajáttan, sum í løtuni verður viðgjørd í Løgtinginum, fevnir eisini um virksemið á Psykiatriska depilinum.

Bergtóra H. Joensen hevur sett landsstýrismanninum í heilsumálum seks spurningar sambært § 52a í Tingskipanini um at lata aftur Deild 1 á Psykiatriska deplinum, nú Landssjúkrahúsið, vegna vantandi játtan, má umleggja virksemið.

Í hesum sambandi skal viðmerkjast, at í løtuni liggur ein umbøn um eykajáttan á gott 7 mió. til virksemið á Landssjúkrahúsinum í Løgtinginum. Eykajáttanin fevnir eisini um virksemið á Psykiatriska deplinum og endamálið við eykajáttanin er júst at sleppa undan ógvusligum inntrivum á sjúkrahúsøkinum, m.a. á Psykiatriska deplinum.

Teir seks spurningarnir frá Bergtóru H. Joensen verða annars svaraðir skrivliga í næstum.



Børn hava frískari tenn26. september 20012
Sjúkrahús Føroya1. september 2011
Kom og rørið okkum! 31.september 2011
Móttøkufólk13. desember 2010
55 prosent svarað22. juni 2010
Stjóri til Heilsutrygd28. desember 2009