2. juli 2010
Landsstýrismaðurin fegnast um MR-skannaran

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum fegnast almikið um ta stórfingnu gávu, sum Tryggingarfelagið Føroyar á sínum 70 ára stovningardegi hevur latið Føroya fólki og føroyska heilsuverkinum.

 

Í Kabbameinsálitinum frá 2009 varð mælt til at endurnýggja allar teir stóru skannararnar hjá heilsuverkinum: CT-skannaran, MR-skannaran og Mammografi-skannaran.

 

Í hesum árinum er játtan sett av á fíggjarlógini til ein nýggjan CT-skannara, og ætlanin er næsta ár at keypa ein nýggjan mammografi-skannara. Íløgan í ein nýggjan MR-skannara kundi í fyrsta lagi verið framd í 2012, men við verandi fíggjarvánunum var hetta tó ivasamt.

 

Landsstýrismaðurin fegnast tí um gávuna frá Tryggingarfelag Føroya sum ger, at væntast kann, at allir tríggir nýggju skannararnir verða virknir longu í 2011. Skannararnir hava sera stóran týdning fyri, at okkara heilsuverk kann veita borgarunum eina góða tænastu



55 prosent svarað22. juni 2010
Stjóri til Heilsutrygd28. desember 2009