30. november 2010
Fleiri krabbameinsviðgerðir í Føroyum
Ætlandi fer Landssjúkrahúsið eftir ársskiftið at bjóða nýggjar kemoviðgerðir til krabbameinssjúklingar. Hetta merkir, at umleið 30 føroyskir sjúklingar ikki longur skulu uttanlands fleiri ferðir um árið at fáa viðgerð.

Talan er um at bjóða kemoterapeutiska viðgerð móti bróstkrabba, prostatakrabba og lungna- og magakrabba.

Í dag fáa sjúklingarnir kemoterapi uttanlands og koma síðani beina leið aftur til Føroyar. Sjúklingar, ið fáa hesa viðgerð, eru javnan uttanlands; ofta upp í 12 ferðir um árið. Í viðmerking sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður:

“Vit arbeiða støðugt við at menna føroyska sjúkrahúsverkið, so vit kunnu veita sjúklingunum so góða tænastu sum gjørligt. Ein partur av menningini er at bjóða viðgerðir í Føroyum, tá tað er fakliga ráðiligt og fíggjarliga skynsamt. Mett verður, at tað altíð er ein fyrimunur fyri sjúklingin at vera í sínum nærumhvørvi og tætt upp at sínum nærmastu, tá álvarsom sjúka rakar.

Fyrr í ár fóru vit undir at veita skurðviðgerðir móti bróstkrabba í Føroyum, og nú taka vit næsta stigið á leiðini, har vit bjóða fleiri krabbameinsjúklingum kemoviðgerð heima í Føroyum.

At umleið 30 krabbameinssjúklingar nú sleppa undan at fara av landinum í viðgerð, er vónandi ein stórur bati í sváru tíðini hjá sjúklingunum og teirra avvarðandi”.

Gongdin við at víðka um hetta tilboðið er í samsvari við Krabbameinsætlanina frá 2009. Ætlanin er, at viðgerðin kann setast í verk um ársskiftið, og í hesum sambandi er broytingaruppskot til fíggjarlógina latið fíggjarnevndini.



Børn hava frískari tenn26. september 20012
Sjúkrahús Føroya1. september 2011
Kom og rørið okkum! 31.september 2011
Móttøkufólk13. desember 2010
55 prosent svarað22. juni 2010
Stjóri til Heilsutrygd28. desember 2009