Kunning um CTD

Á hesu síðu kanst tú kunnað teg um CTD. Tilfarið er ætlað sum upplýsing bæði til CTD-sjúklingar, avvarðandi og aðrar áhugaðar borgarar.

Á síðuni royna vit at lýsa núverandi vitanina um CTD, væl vitandi, at tað framhaldandi eru fleiri aspektir av sjúkuni, sum enn ikki eru kend, og sum vísindaligar kanningar í framtíðini vónandi fara at kunna lýsa.

Ætlanin er at dagføra síðuna, so hvørt nýggj vitan ella broytingar verða við tí praktisku handfaringini av sjúkuni. Í september 2013 vóru 30320 kanningar gjørdar CTD síðani á heystið 2009. Hartil koma kanningar av PKU-kortum.

Hvussu verður tú kannaður fyri CTD

Allir føroyingar kunnu fáa gjørt somu kanning fyri eitt ómaksgjald á 100 kr., sum skal gjaldast í sambandi við blóðroyndartøkuna (sí støð og tíðir til høgru).

Er tú fødd/føddur áðrenn 1985 og foreldrini bæði eru nær í familju við ein persón, sum hevur CTD, kanst tú umvegis egnan lækna fáa tikið eina ókeypis blóðroynd. Nær í familju merkir í hesum sambandi foreldur, systkin, systkinabørn ella trímenningar til ein persón, sum hevur CTD.

Tað eru eisini ætlanir um at føroyingar, sum eru føddir aftaná 1985 í Føroyum fara at fáa teirra carnitin- innihald kannað

Við útgangsstøði í tí blóðroyndini, sum varð tikin sum halprøvi (”PKU-prøvin”) nakrar dagar eftir føðing er carnitin-innihaldið hjá persónum føddir í tíðarskeiðinum 1986-2003 eisini kannaðir. Hesar blóðroyndirnar eru atkomiligir á Serum Instituttinum. Kanningarnar fóru í gongd í feb. 2010 og eru lidnar. Sí status í høgru síðu.

Av tí at talan er um sama mátihátt, sum við víðkaða screening, er CTD-screeningin av hesum gomlu PKU-kortunum ikki 100% álítandi. Sostatt eiga fólk at umhugsað at endurtaka blóðroyndina, um man hevur sjúkueyðkenni, ið eru sambærlig við CTD.

NÆR KANN EG LATA MEG KANNA?

Persónar, ið IKKI hava ávísing frá kommunulækna, kunnu við at rinda 100 kr. í reiðum peningi (kontant), verða kannaði á fylgjandi støðum:

Landssjúkrahúsið
Ambulatoriið (tann blái bygningurin)
Mánadag -fríggjadag millum kl. 8-11

Klaksvíkar Sjúkrahús
mánadag - fríggjadag millum kl. 8-10

- Á læknamiðstøðini í Gøtu
Hósdag millum kl. 08.15 - 09.30

Suðuroyar Sjúkrahús
Mánadag - fríggjadag millum kl. 8-13

- Á heilsumiðstøðini á Vági
Týsdag og hósdag millum kl. 9-11

STATUS FYRI CTD-KANNINGAR

GG: Sum útgangsstøði fáa bara tey har orsøk er til víðari kanningar svar og verða kontaktaði av vaktlækna.

Royndir frá vaksnum og børnum
Royndir tiknar til og við 21.12.2014. Verður dagført aftur í viku 4.

PKU-kort (Børn fødd 1986-2003) - GG: Byrja við mars 2003 og aftureftir.
Árgangirnir mars 2003 niður til og við jan. 1986 eru avgreiddir og verkætlanin fullførd.

TILFAR UM CTD

Ein bólkur við kønum fakfólki hevur skrivað kunnandi tekstin um CTD. Í bólkinum sótu:

Allan Meldgaard Lund, yvirlækni
Ulrike Steuerwald, barnalækni
Fróði Joensen, yvirlækni
Bjarni á Steig, leiðandi yvirlækni

Faldari sum fólk fáa tá tey koma til screening

Sí faldaran á donskum her

Sí faldaran á enskum her