Sjúkueyðkenni

Av tí at CTD er sjáldsom úti í heimi og so stutt hevur verið kend hjá okkum, eru tað enn fleiri viðurskifti viðvíkjandi sjúkuni, sum eru ógreið og krevja nærri vísindaligar kanningar. Fyri nøkur av børnunum við CTD hevur sjúkan víst seg við vánaligum trivnaði, afturvendandi infektiónum og niðursettum vøddaspenningum. Í nøkrum øðrum førum er sjúkan fullkomiliga uttan sjúkueyðkenni.

Tað vísir seg nú at vera greitt, at CTD í Føroyum kann vera álvarsligt upp á 2 mátar:

  1. Fleiri við CTD blíva sjúk sum smábørn, har tey í sambandi við umfarssjúkur ella aðrar infektiónir fyrst verða sløv og síðani fella í óvit við lágum blóðsukuri, og um viðgerðin við carnitini og glukosu ikki verður sett í verk alt fyri eitt , kunnu børnini doyggja.
  2. Hjá øðrum CTD-sjúklingum vísir sjúkan seg at koma meira sníkjandi serliga við ávirkan á hjartavøddan, sum í nøkrum førum kann føra til brádligan deyða.