Fólkaheilsa

Fólkaheilsuarbeiðið fevnir um bæði heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk.

Fólkaheilsustýrið varð skipað sum ein sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum tann 1. januar 2023. Uppgávurnar hjá Fólkaheilsustýrinum verða fjølttáttaðar, og fevna m.a. um at ráðgeva politiska myndugleikanum, fólkaheilsuarbeiði, kunning, gera vegleiðingar og leiðbeiningar, hagtøl og greiningar.

Á heimasíðuni hjá Fólkaheilsustýrinum www.folkaheilsustyrid.fo er nærri kunning um virkisøkið.