Fólkaheilsuætlan føroyinga

Tann 21. apríl 2006 varð fyri fyrstu ferð nakran tíð ein fólkaheilsuætlan løgd fram í Løgtinginum.

Endamálið við fólkaheilsuætlanini er at varpa ljós á týdningin av at hava eina góða heilsu, og hvat vit kunnu gera fyri at betra um okkara heilsustøðu. Ein heilsufremjandi áskoðan eigur at seyra ígjøgnum í øllum lutum í samfelagnum.

Eitt vælvirkandi fólkaheilsuarbeiði fevnir bæði um heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk. Í fólkaheilsuætlanini eru orðaðir málsetningar fyri, hvussu bøtast kann um heilsustøðuna, og mál eru sett sum røkka fleiri ár fram í tíðina. Fólkaheilsuætlanin er ein liður í Visjón 2015 ætlanini.

FÓLKAHEILSUÆTLANIN

Fólkaheilsuætlanin frá 2006 kann lesast her: Fólkaheilsuætlan føroyinga - ein liður í visjón 2015