Fólkaheilsurenning

Landsstýrismaðurin í heilsumálum tók í 2004 stig til fyrstu Fólkaheilsurenningina og síðani hevur renningin verið á hvørjum árið.

Søgan
Skipað varð fyrstu ferð fyri Fólkaheilsurenning í 2004. Undirtøkan var sera góð og tiltakið eydnaðist væl, og tí var gjørt av at hetta skuldi vera eitt afturvendandi tiltak. Fleiri túsund fólk hava luttikið í Fólkaheilsurenningunum hesi árini.

Endamál
Fólkaheilsurenningin er ein liður í arbeiðinum hjá landsstýrinum at betra um fólkaheilsuna hjá føroyingum. Endamálið við fólkaheilsurenningini er ikki at kappast, men at geva øllum - yngri sum eldri - eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg. Tað stendur sjálvsagt púrasta upp til tey luttakandi, um tey vilja renna ella ganga teinin; mest umráðandi er at vera við.