Gransking á Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu
Arbeiðsuppgávurnar hjá Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu eru í høvuðsheitum:
- at kanna einstaklingar fyri sjúku ella mein av arbeiðsávum,
- at meta um arbeiðsførleika, serliga í sambandi við fyritíðarpensjón, endurbúgving og yrkisráðgeving,
- at ráðgeva Arbeiðseftirlitinum og Skipasýninum í arbeiðsmedisinskum spurningum,
- at skipa fyri sjúkufyribyrgjandi arbeiði og
- at fremja granskingarvirksemi í arbeiðs- og almannaheilsu.
Deildin hevur, síðani hon varð sett á stovn í 1988, skipað fyri ymiskum granskingarvirksemi í bæði arbeiðslæknafrøði og fólkaheilsu. Hetta virksemi, sum hevur verið í neyvum samstarvi við starvsfelagar í Evropa, USA og Asia, er fíggjað við peningi úr almennum og privatum grunnum í USA, ES og Danmark. Ein megintáttur í granskingini er, hvussu dálkingin í heimshøvunum ávirkar heilsuna hjá stívliga 2000 føroyskum børnum, serliga miðnervalag og órinverju teirra. Sí nærri á www.health.fo