Betri heilsutænastur í nærumhvørvinum

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna hevur sett gongd á arbeiðið at tryggja góðar heilsutænastur í nærumhvørvinum. Í høgra bredda liggja álit, framløgur og tíðargrein, sum eru viðkomandi í hesum sambandi.

Allir borgarar skulu hava javnbjóðis atgongd til heilsutænastur

Átøk skulu fremjast so vit fáa tryggja øllum føroyingum góðar heilstænastur í nærumhvørvinum – uttan mun til hvar í landinum tú býrt. Tey neyðugu tiltøkini sambært landsstýsikvinnuni í heilsu- og innlendismálum eru:

  • At skipa landið í sterk heilsuøkir við heilsudeplum, sum veita eitt tyssi av heilsutænastum
  • At landið yvirtekur viðtaluhøli og aðrar skyldur hjá kommunum
  • At umskipa setanar- og lønarviðurskifti hjá starvsfólkunum í heilsudeplunum
  • At árliga taka tríggjar, heldur enn tveir, læknar inn í útbúgving sum kommunulækni
  • At orða eina lóg, ið skipar karmarnar fyri økið

Neyðugt at tillaga 100 ára gomlu kommunulæknaskipanina

Trotið av kommunulæknum er ein álvarslig avbjóðing fyri mong. Í flestu økjum í Føroyum eru kommunulæknastørvini ikki fullmanna og hóast skiftandi avloysarar gera sítt besta, so er støðan langt frá nøktandi. Neyðugt er við broytingum, so allir føroyingar fáa eina góða heilsutænastu í nærumhvørvinum

Galdandi kommunulæknaskipan kom í gildi fyrst í 1900-talinum, tá tvørligt var at fara millum bygdir og oyggjar í Føroyum. Hóast víðfevndar samfelagsbroytingar hesi síðstu 100 árini, eru bert smávegis tillagingar framdar í kommunulæknaskipanini.

Henda gongdin hevur við sær, at kommunulæknaskipanin við tíðini er vorðin støðugt meira ótíðarhóskandi.