Heilsutrygd
Heilsutrygd er ein almenn heilsutrygdarskipan, sum m.a. tryggjar føroyingum ókeypis atgongd til kommunulækna og serlækna, letur tilskot til keyp av neyðugum heilivági og rindar ískoyti, tá tú hevur tørv á viðgerð hjá fysioterapeuti, sálarfrøðingi, fótterapeuti o.ø.
Endamálið við Heilsutrygd er at hava eina samhaldsfasta almenna heilsutrygd, ið tryggjar, at allir borgarar verða javnsettir viðvíkjandi inngjaldi og tænastum.
Heilsutrygd varð skipað tann 1. januar 2010. Heilsutrygd avloysti gomlu sjúkrakassaskipanina, sum varð skipað við 11 sjúkrakøssum kring landið. Heilsutrygdarskipannin byggir víðari á sjúkrakassaskipanina, og eitt aðalmál hevur verið, at í minsta lagi at varðveita sama veitingar- og ískoytisstøðið, sum í gomlu skipanini.