Stuðul til heilivág

Tá fólk keypa heilivág er møguligt at fáa tilskot, um talan er um tað, ið verður rópt, tilskotsheimilaður heilivágur.

Heilivágstilskot verður latið eftir einum progressivum leisti, soleiðis at borgarar, sum brúka nógvan heilivág, rinda lutfalsliga minni enn tey, ið brúka lítið av heilivági.

Hvussu stórt tilskotið verður veldst um, hvussu stórar árligu útreiðslurnar til heilivág eru. Tess størri útreiðslur til heilivág í einum tíðarskeiði á eitt ár, tess størri verður tilskotið.