Kæru- og endurgjaldsmøguleikar

Á hesari síðu kanst tú lesa meira um tínar møguleikar fyri at kæra um viðgerð, tú hevur fingið í føroyska heilsuverkinum.

Somuleiðis kanst tú lesa meira um tínar møguleikar fyri at fáa endurgjald fyri ein skaða, tú hevur fingið í sambandi við kanning ella viðgerð í heilsuverkinum ella, sum tú hevur fingið av læknafyriskrivaðum heilivági.

Gev gætur, at tær nýtist ikki at kæra nakran fyri at kunna fáa endurgjald. Heldur ikki er neyðugt, at heilsustarvsfólk skal hava gjørt nakað mistak, fyri at sjúklingur skal kunna fáa endurgjald.

Les um tínar Kærumøguleikar her

Les um tínar Endurgjaldsmøguleikar her

Sí faldaran "Fá hjálp til at ..." her