Kærumøguleikar í íslendska heilsuverkinum

Landssjúkrahúsið hevur gjørt samstarvsavtalur við íslendskar viðgerðarstovnar.

Føroyskir sjúklingar, sum eru viðgjørdir í Íslandi, hava møguleika at kæra um viðgerð, teir hava fingið. Tað eru íslendsku myndugleikarnir, sum skulu viðgera kærur frá føroysku sjúklingunum.

Tú kanst millum annað kæra um:

  • Heilsufakligt virksemi

  • Tænastustøðið á viðkomandi sjúkrahúsi ella viðgerðar-/kanningarstovni.

Kærur um heilsufakligt virksemi

Tú kann kæra um heilsufakligt virksemi hjá einstøkum heilsustarvsfólkum, um tú metir, at hetta ikki hevur verið nøktandi. Talan kann t.d. vera um ónøktandi sjúkugreining, ónøktandi viðgerð ella ónøktandi ráðgeving og vegleiðing.

Kærur um heilsufakligt virksemi skulu sendast til landslæknan í Íslandi, Embættis landlæknis, Barónsstíg 47, 101 Reykjavík, við brævi og ikki við telduposti. Kærast kann á donskum og enskum.

Kærur um tænastustøðið

Tú kanst kæra, um tú heldur, at tænastustøðið í heilsuverkinum er ónøktandi. Talan kann t.d. vera um starvsfólkaatburð og hølisumstøður.

Kærur um tænastustøðið í heilsuverkinum skulu sendast til viðkomandi sjúkrahús ella viðgerðar-/kanningarstovn.

Tú kanst lesa meira um tínar kærumøguleikar í vegleiðing um kærumøguleikar í íslendska heilsuverkinum (leinkja).

Gev gætur, at nevndu kærumyndugleikar einki hava at gera við endurgjald fyri skaðar elvdir av sjúkuviðgerð. Les nærri um møguleikar fyri endurgjaldi her (leinkja til endurgjaldsmøguleikar)

Viðkomandi lógir á økinum:

Lög nr. 74/1997 um réttindi sjúklinga (lóg um sjúklingarættindi). Ensku útgávuna finnur tú her.

Lög nr. 41/2007 um landlækni og lýðheilsu (lóg um landslæknan og fólkaheilsu). Ensku útgávuna finnur tú her.