Læknavaktin

Telefonnummarið hjá Læknavaktini er 1870. Telefonin svarar altíð. Tað er tí ein stór ábót í mun til gomlu skipanina, tá borgarin stundum mátti ringja fleiri ymisk nummur og ofta ikki fekk svar beinanvegin. Læknavaktin kann ráðgeva umvegis telefonina, senda ein kommunulækna í nærøkinum á vitjan, ella biðja sjúklingin koma inn til kanningar.

Endamálið við Læknavaktini er at fáa eina skipan, sum bæði veitir borgarunum eina betri trygd fyri læknahjálp og gevur kommunulæknunum eina betri skipan.

Læknavaktin virkar uttanfyri vanligu upplatingartíðirnar hjá kommunulæknunum. Tað vil siga millum kl. 16:00 og 08:00 gerandisdagar, umframt alt samdøgrið halgidagar og um vikuskiftið.

Læknavaktin heldur til á Landssjúkrahúsinum. Við teimum hentleikum og tænastum, sum eru har, hevur Læknavaktin nú nógv betri møguleikar at gera neyðugar kanningar og royndir og at fáa úrslitini skjótt. Tá eru fortreytirnar fyri at seta røttu diagnosuna munandi betri enn fyrr.

Læknavaktin fevnir um allar Føroyar.

RING ALT LANDIÐ

Fyrsta februar var Læknavaktin 1870 sett í verk í Suðuroy, Sandoy, Skúvoy og á Dímun. Í hesum sambandi varð faldari sendur í hvørt hús í syðra partinum av Føroyum.