Koppseting

Persónar við føstum bústaði í Føroyum kunnu fáa tilboð um ókeypis koppseting fyri ávísum smittandi sjúkum. Koppsetingar fara fram hjá egnum kommunulækna.

Børn og ung

Tær sjúkur, ið koppsett verður fyri, eru kikhosti, difteri, stívkrampi, polio, meslingar, reydlingar og fárasjúka. Harafturat kunnu børn yngri enn 6 ár verða koppsett fyri Hæmophilus influensu, typu B og børn yngri enn 2 ár fyri pneumokoksjúku.

MFR-koppseting til vaksin

Kvinnur, sum hava fylt 18 ár, kunnu verða koppsettar ókeypis fyri reydlingum. Persónar, ið hava fylt 18 ár, og sum ikki hava havt meslingar og ikki eru koppsettir fyri meslingum, kunnu verða koppsettir ókeypis fyri meslingum.

HPV-koppseting

Kvinnur í aldrinum 12-27 ár kunnu verða koppsettar ókeypis fyri humant papillomavirus HPV. Dreingir í aldrinum 12-17 ár kunnu verða koppsettir ókeypis fyri humant papillomavirus HPV.

Koppseting fyri influensu

Persónar, ið hava fylt 65 ár, persónar í vandabólki, ávís heilsustarvsfólk og børn í aldrinum 2-6 ár kunnu verða koppsett ókeypis fyri influensu.

Koppseting fyri hepatitis

Koppsetingin fyri hepatitis verður veitt ávísum bólkum ókeypis.

Koppseting fyri pneumokokkum til ávísar persónar

Persónar, sum hava fylt 65 ár, og persónar í vandabólki kunnu verða koppsett ókeypis fyri pneumokokkum.

Koppseting fyri kikhosta til barnakonur

Barnakonur kunnu verða koppsettar ókeypis fyri kikhosta frá 28. barnsburðarviku at rokna.

COVID-19

Tilboð um ókeypis koppseting fyri COVID-19 verður veitt persónum, ið eru búsitandi í Føroyum og persónum, sum uppihalda sær fyribils í Føroyum. Koppseting fer fram hjá kommunulæknum og á apotekinum. Á www.korona.fo ber til at bíleggja tíð til COVID-19 koppseting.