Ókeypis koppseting fyri lívmóðirhálskrabba

Allar gentur og kvinnur í aldrinum 12 til 28 ár kunnu lata seg koppseta ókeypis fyri lívmóðirhálskrabba (HPV).

Treytin fyri at verða koppsett ókeypis er, at kvinnan hevur fylt 12 ár, tá koppsetingin byrjar. Koppsetingarnar skulu verða framdar, innan kvinnan fyllir 28 ár.

Koppseting fer fram hjá kommunulækna. Fyri at koppsetingin skal virka, skal kvinnan koppsetast tríggjar ferðir innan fyri 12 mðr. Koppsetingin tekur vanliga 6 mánaðir og fer fram í hesi røð:

  1. læknavitjan
  2. læknavitjan fer fram umleið 2 mánaðir eftir 1. læknavitjan
  3. læknavitjan fer fram umleið 4 mánaðir eftir aðru læknavitjan.

Um koppseting fyri HPV
Koppseting fyri HPV-virus hevur til endamáls at fyribyrgja, at kvinnur fáa lívmóðurhálskrabbamein. Heilsufakliga metingin er, at um kvinnur taka av tilboðnum um HPV koppseting, fer tað frameftir stórt sæð at bera til at fyribyrgja, at kvinnur fáa vandamiklu sjúkuna.

TRÝ PRIK

Ring og avtala tíð hjá tínum kommunulækna – tað er einki at bíða við.

Koppsetingin tekur vanliga 6 mánaðir og fer fram í hesi røð:

  • 1. læknavitjan
  • 2. læknavitjan fer fram umleið 2 mánaðir eftir 1. læknavitjan
  • 3. læknavitjan fer fram umleið 4 mánaðir eftir aðru læknavitjan

YVIRLIT YVIR KOMMUNULÆKNAR

Yvirlit yvir kommunulæknar