Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið handað

Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið varð handað landsstýriskvinnuni í heilsu- og innlendismálum á samkomu hin 28. juni 2016. Menningarætlanin kann lesast her

----

Í samsvari við samgonguskjalið, sum m.a. sigur, at 

  • arbeiðið við ”Visjón og menningarætlan fyri Sjúkrahúsverk Føroya”, sum eitt samt Løgting tók undir við í mai 2015, verður sett í verk. Hetta arbeiðið skal byggja á faklig tilmæli frá øllum avvarðandi pørtum í sjúkrahúsverkinum”, 

setti Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í januar 2016 arbeiðsbólk at gera Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið.

Endamálið við arbeiðinum er at orða eina ætlan í trimum høvuðspørtum við ítøkiligum tilmælum til politisku skipanina at taka støðu til. Menningarætlanin skal vera liðug tíðliga í summar. Høvuðspartarnir eru hesir:

  • At gera tilmæli um hvørjar grundleggjandi viðgerðir/tænastur skulu vera í føroyska sjúkrahúsverkinum. Í hesum sambandi skal eisini gerast tilmæli um hvørjar viðgerðir/tænastur skulu verða á hvørjum sjúkrahúsi, og hvussu hesar skulu samskipast millum sjúkrahúsini.

  • At gera eina ætlan fyri, hvussu læknar og onnur heilsustarvsfólk kunnu útvegast og mennast til føroyska sjúkrahúsverkið.

  • At gera meting av fíggjarliga tørvinum fyri alt sjúkrahúsverkið, sum gevur neyðugt rásarúm til at veita heilsutænastur á fremsta støði, og neyðugu starvsorkuna til tess. Eisini skal bólkurin koma við boði uppá, hvørji amboð kunnu nýtast til at handfara økta fíggjartørvin, sum verður í sjúkrahúsverkinum í framtíðini.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, setti í hesum sambandi bólkar, sum skuldu vera við at gera Menningarætlanina: ein stýrisbólk, verkætlanarbólk, serfrøðingabólk og ein politiskan fylgibólk. Sí tey luttakandi her

Menningarætlan fyri sjúkrahúsverk Føroya

Les frágreiðingina her