Rúsdrekka- og rúsevnismisnýtsla

Heilsumálaráðið veitir stuðul til trý viðgerðarstøð í Føroyum. Hesi eru viðgerðastovnarnir Heilbrigdi, Frælsi og Blákrossheimið.

Í Fólkaheilsuætlanini frá 2006 vóru orðaði nøkur ítøkilig heilsupolitisk tiltøk, sum skulu virka fyri at fyribyrgja rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu í Føroyum. Tiltøkini vóru hesi:

  • Vitan um rúsdrekka- og rúsevnisvanar skal fáast til vega
  • Upplýsing um heilsuvandar við rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu
  • Rúsdrekka- og rúsevnispolitikkur skal orðast á øllum arbeiðsplássum
  • Talið av rúsdrekka- og rúsevnisfríum umhvørvum skal økjast
  • Viðgerð fyri rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu
  • Fyribyrgjandi átøkini móti rúsdrekka. og rúsevnismisnýtslu skulu styrkjast. Hetta er serliga galdandi fyri tiltøk, sum eru ætlað børnum og ungum
  • Eftirlitið við innflutningi av ólógligum rúsevnum skal gearst munadyggari og virknari

Nýggjur Rúsdrekka- og rúsevnispolitikkur Føroya

Heilsumálaráðið er farið undir at orða ein nýggjan Rúsdrekka- og rúsevnispolitikk fyri Føroyar. Yvirskipaðu málini við ætlanini er m.a., at

  • tálma nýtsluni av rúsdrekka,
  • at útseta byrjanaraldurin, tá ung byrja at drekka,
  • at Føroyar verða rúsevnisfríar
  • menna og víðka viðgerðartilboðini til misnýtarar og avvarðandi og
  • at minka um medisinsku og sosialu skaðaárinini av misnýtslu.