Viðgerð móti rúsmisnýtslu

Viðgerðarstovnurin Heilbrigdi
Viðgerðarheimið á Velbastað hevur til endamáls at virka sum viðgerðarstaður fyri misnýtarar av rúsdrekka. o.ø. Heilbrigdið hevur 20 viðgerðarpláss. Viðgerðarheimið Heilbrigdi er sjálvsognarstovnur.

Viðgerðarstovnurin Blákrossheimið
Blákrossheimið hevur til endamáls at virka sum viðgerðar- og avrúsingarstaður, búfelagsskapur, familjustaður og ambulantur viðgerðarstaður. Á heiminum eru 15 pláss. Viðgerðarstovnurin Blákrossheimið er sjálvsognarstovnur.

Viðgerðarstovnurin Frælsi
Viðgerðarstovnurin Frælsi hevur til endamáls at virka sum viðgerðar- og avrúsingarstaður fyri ung í aldrinum 18 til 25.