Sálarlig heilsa

Psykiatriski depilin er snúningsásurin fyri arbeiðið við sálarligari heilsu í heilsuverkinum. Landsstýrið raðfestir økið høgt, og vil skapa betri karmar fyri dygdargott arbeiði framyvir. Nýggjur Psykiatriskur depil skal byggjast og verður tikin í nýtslu 2021.

Miðvísa arbeiðið við at skipa og útbyggja eina føroyska heildarpsykiatri heldur fram. Fleiri tættir eru í hesum. Á Psykiatriska deplinum verða viðgerðartilboðini dagførd m.a. annað við at umleggja meira til ambulantar viðgerðir.

Økispsykiatriin veitir ambulanta tænastu á deplinum og fer út í øll økini kring Føroyar.

Bíðirøðin til greiningar í barnapsykiatriini mest sum burtur

Tá bíðirøðin var í hæddini, var metta bíðitíðin til greiningar og viðgerð upp ímóti hálvum triðja ári. Tey, sum høvdu álvarsligan ella bráðfeingis tørv, sluppu sjálvsagt fyrr framat. Í dag verður mett, at barnið í mesta lagi skal bíða í fýra mánaðir fyri at koma til greiningar í barnapsykiatriini.

PSYKIATRILÓG FRÁ 2009

Psykiatrilógin varð sett í gildi frá 1. oktober 2009. Við lógini oru krøvini til nýtslu av tvingsli innan psykiatriina herd, nýggjar fyriskipanir vórðu settar í verk, og rættindini hjá sjúklingum, ið verða settir undir tvingsil, munandi styrkt.