Serviðgerð uttanlands

Sjúklingar hava viðhvørt tørv á viðgerð, ið ikki kann veitast í Føroyum, í teimum førum verða sjúklingar ávístir til viðgerð uttanlands.

Meginparturin av teimum føroysku sjúklingunum, sum verða ávístir til viðgerð uttanlands, verða ávístir til viðgerð á einum viðgerðarstaði í Danmark. Avtalur eru gjørdar við allar regiónirnar í Danmark um viðgerð av sjúklingum, sum eru ávístir úr Føroyum.

Lógin um Sjúkrahúsverk Føroya staðfestir, at yvirlæknar í føroyska heilsuverkinum hava møguleika at senda sjúklingar uttanlands, tá tørvur er á viðgerð, ið ikki verður framd í Føroyum.

Leiðbeining til sjúklingar
Sjúkrahúsverkið hevur latið gjørt eina leiðbeinging til sjúklingar sum fara uttanlands til kanningar og viðgerð. Í leiðbeiningini verður svarað teimum vanligastu spurningunum frá sjúklingum og avvarðandi, sum skulu uttanlands í sjúkraørindum. Leiðbeiningin kann takast niður í høgra bredda.

Sjúklingahotellið Tórshavn
Endamálið við Sjúklingahotellinum Tórshavn er at hýsa sjúklingum og avvarðandi, sum føroyska sjúkrahúsverkið sendir uttanlands til viðgerðar.

VEGLEIÐING FYLGJARAR

Vegleiðing um gjald fyri ferða- og uppihaldsútreiðslur uttanlands fyri fylgjara hjá sjúkling, sí her