Sjúkrahúsverkið

Sjúkrahúsverkið átekur sær sjúkugreiningar, viðgerðir og røkt av bæði likamliga og sálarliga sjúkum fólki.

Sjúkrahúsverkið fevnir um Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús, Suðuroyar Sjúkrahús, Sjúklingahotellið Tórshavn, Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og annað. Ein felags leiðsla er skipað fyri tey trý sjúkrahúsini.

Landssjúkrahúsið
Landssjúkrahúsið er meginsjúkrahúsið í Føroyum og er eitt tað størsta einstaka arbeiðsplássið í landinum. Visjónin er at kunna bjóða føroyingum eina góða heilsutænastu á alsamt fleiri økjum heima í Føroyum, og har hetta ikki er møguligt, so at tryggja sjúklingum viðgerð ígjøgnum gott samstarv við sjúkrahús uttanlands.

Á Landssjúkrahúsinum eru ca. 850 starvsfólk býtt í umleið 30 starvsbólkar

  • 29 sergreinar (íroknað 9 konsulentskipanir)
  • 120 seingjarpláss 
  • 9.000 árligar innleggingar
  • 60.000 árligar ambulantar vitjanir
  • 663.000 árligar rannsóknarstovukanningar
  • 34.000 árligar røntgenkanningar

Fíggjarjáttan 2018

  • Landssjúkrahúsið 457,5 mió. kr.
  • Útbúgving yngri læknar 7,7 mió. kr.
  • Medico-teknisk tól 13 mió. kr.
  • Byggijáttan 93 mió. kr.
  • Serstakur sjúkrahúsheilivágur 44 mió. kr.
  • Viðgerð uttanlands 166 mió. kr.

Klaksvíkar Sjúkrahús
Klaksvíkar sjúkrahús hevur eina felags seingjadeild fyri heiliráð- og skurðøkið, ið hevur 28 seingjapláss. 

Á Klaksvíkar sjúkrahúsi er settur ein yvirlækni innan medisin og tveir yvirlæknar innan kirurgi. Avloysarar røkja sergreinina anæstesi, og hjálparlæknar røkja forvaktina. Ryggambulatorium og serligt viðgerðartilboð er til børn. Klaksvíkar sjúkrahús samstarvar við Landssjúkrahúsið innan læknaligu serøkini. Millum annað er samstarv við røntgenlækna. Av og á koma serlæknar í øðrum greinum á sjúkrahúsið, millum annað innan urologi, handkirurgi og akslakirurgi.

Eina ferð um vikuna hevur rannsóknarstovan á Klaksvíkar sjúkrahúsi opið í Læknamiðstøðini í Gøtudali, umframt í Runavík. 

Suðuroyar Sjúkrahús
Suðuroyar sjúkrahús hevur eina felags skurð- og heiliráðdeild. Á Suðuroyar sjúkrahúsi eru settir tveir yvirlæknar innan kirurgi og ein medisinskur yvirlækni. Suðuroyar sjúkrahús hevur 26 seingjarpláss. Sjúkrahúsið hevur eisini eitt laboratorium í Læknamiðstøðini í Vági, ið er opið tvær ferðir um vikuna, har møguleiki er hjá ambulantum sjúklingum at fáa tikið blóðroyndir o.a. Ætlanin er at menna serlækna útitænastuna aftur.

Læknaforvaktin er skipað soleiðis, at hon millum kl. 16:00 og kl. 8:00 virkar sum vakthavandi í samstarvi við kommunulæknaskipanina (1870).