Talgilda heilsuskipanin

Talgilda heilsuskipanin er verksett á teimum trimum sjúkrahúsunum og hjá øllum kommunulæknunum. Talgilda heilsuskipanin (THS) er felags journal og samskiftisskipan í føroyska heilsuverkinum, og um 1.000 heilsustarvsfólk brúka THS sum sítt dagliga arbeiðsamboð.

Skipanin skal vera við til at tryggja høga heilsufakliga góðsku, skynsama nýtslu av tilfeingi, og at gongdin hjá sjúklingunum í heilsuverkinum hongur saman.

THS savnar allar upplýsingar um sjúklingar í eini skipan, so at allar heilsuupplýsingar hjá tí einstaka føroyinginum verða tøkar uttan mun til, um ein fer til kommunulækna ella til serlækna, fer til kanningar í einum ambulatorium ella verður innlagdur á einum av teimum trimum sjúkrahúsum.

EFFEKTMÁTINGAR AV THS

Frágreiðing um effektmáting av THS, sum granskarar frá Handilsháskúlanum hava gjørt seinna hálvarið 2009. Sí frágreiðing her:
Effektvurdering af EPJ på Færøerne

THS GRANSKINGARVERKÆTLANIR

Her er framløgurnar og greinarnar, sum vóru nýttar í fyrilestrunum ”Dynamiske aspekter af tillid i implementeringsprojekter” og ”Effektmåling” á Fróðskaparsetrinum týskvøldið 9. mars 2010.

Analyzing trust perceptions
Forelæsning
Præsentation HMR FO
Præsentation UNI FO
Præsentation seminar hmr