Formansskapur Norðurlandaráðharraráðsins í 2020

SAMAN UM FRAMTÍÐAR LOYSNIR

Heitið fyri formansskapin undir Danmark, Grønlandi og Føroyum er: “Saman um framtíðar loysnir”. Við at standa saman um framtíðar loysnir, fæst eitt meirvirði, sum gevur styrki og vilja til at náa okkara nýggju visjón, sum er: ”Norðurlond skulu verða heimsins burðardyggasta og mest samansjóðaða øki innan 2030”.

Fyri Føroyar er tað ein stórur fyrimunur at kenna tilhoyr til onnur Norðurlond, sum fyri okkara mátistokk eru stórar tjóðir. At vera partur av tí stóru heildini gevur styrki og mót til at náa málinum um burðardygd og samansjóðað Norðurlond.

Vit skulu seta okkum mál og stremba eftir, at okkara orkunýtsla verður mest av grønari orku og minni av tungari olju til virksemi og upphiting. Í Føroyum hava vit nógvar og kraftmiklar fossar. Fleiri av hesum fossunum renna nú gjøgnum tjúkk rør og verða brúktir til upphiting og streym. Hetta vísir, at vit ikki bara kunnu brúka, men eisini geva. Vit gagnnýta okkara náttúrutilfeingi og verða harvið burðardygg.

Formansskapurin í 2020 brýtur upp úr nýggjum. Hetta er fyrsti formansskapur, sum skal taka atlit til nýggju visjónina og miða alt arbeiðið innan norðurlendska ráðharraráðið eftir henni. Vit í Føroyum vísa vegin við tí grønu orkuverkætlanini, sum fer at geva eitt týdningarmikið íkast til, hvussu eisini fjarskotin oyggjalond og útjaðarar í Norðurlondum kunnu menna seg við grønari orku.

Hetta er eisini fyrstu ferð, at Føroyar hava ein so stóran leiklut í einum formansskapi. Tað hevur stóran týdning fyri okkara framhaldandi samstarv við grannalondini, at vit megna at lyfta hesa uppgávu og kunnu vísa á, at vit eru eitt norðurland á jøvnum føti við onnur.

Eg eri vísur í, at hetta fer at verða eitt ótrúliga spennandi ár, og tá 2020 er farið aftur um bak, er tað mín vón, at norðurlendsku samstarvsfelagarnir fara at taka samanum og frøast um at hava lært Føroyar betur at kenna.

Eg ynski okkum øllum góðan arbeiðshug!


Kaj Leo Holm Johannesen, samstarvsráðharri

 

Nýggjar loysnir, faldari 

Danski faldarin

Kunning um visiónina