
Kunning um CTD
Á hesu síðu kanst tú kunnað teg um CTD. Tilfarið er ætlað sum upplýsing bæði til CTD-sjúklingar, avvarðandi og aðrar áhugaðar borgarar.
Á síðuni royna vit at lýsa núverandi vitanina um CTD, væl vitandi, at tað framhaldandi eru fleiri aspektir av sjúkuni, sum enn ikki eru kend, og sum vísindaligar kanningar í framtíðini vónandi fara at kunna lýsa.
Ætlanin er at dagføra síðuna, so hvørt nýggj vitan ella broytingar verða við tí praktisku handfaringini av sjúkuni. Í september 2013 vóru 30320 kanningar gjørdar CTD síðani á heystið 2009. Hartil koma kanningar av PKU-kortum.
Hvussu verður tú kannaður fyri CTD
Allir føroyingar kunnu fáa gjørt somu kanning fyri eitt ómaksgjald á 100 kr., sum skal gjaldast í sambandi við blóðroyndartøkuna (sí støð og tíðir til høgru).
Er tú fødd/føddur áðrenn 1985 og foreldrini bæði eru nær í familju við ein persón, sum hevur CTD, kanst tú umvegis egnan lækna fáa tikið eina ókeypis blóðroynd. Nær í familju merkir í hesum sambandi foreldur, systkin, systkinabørn ella trímenningar til ein persón, sum hevur CTD.
Tað eru eisini ætlanir um at føroyingar, sum eru føddir aftaná 1985 í Føroyum fara at fáa teirra carnitin- innihald kannað
Við útgangsstøði í tí blóðroyndini, sum varð tikin sum halprøvi (”PKU-prøvin”) nakrar dagar eftir føðing er carnitin-innihaldið hjá persónum føddir í tíðarskeiðinum 1986-2003 eisini kannaðir. Hesar blóðroyndirnar eru atkomiligir á Serum Instituttinum. Kanningarnar fóru í gongd í feb. 2010 og eru lidnar. Sí status í høgru síðu.
Av tí at talan er um sama mátihátt, sum við víðkaða screening, er CTD-screeningin av hesum gomlu PKU-kortunum ikki 100% álítandi. Sostatt eiga fólk at umhugsað at endurtaka blóðroyndina, um man hevur sjúkueyðkenni, ið eru sambærlig við CTD.