Nýggjur heilsupolitikkur

Nú nýggjur heilsupolitikkur verður orðaður fyri Føroyar, hava allir føroyingar møguleika at geva sítt íkast ella viðmerkingar til heilsupolitikkin. Heilsupolitikkurin er ein týdningarmikil ætlan, sum skal tryggja bestu heilsutænasturnar til allar føroyingar og styrkja sálarliga, kropsliga og sosiala vælferð í samfelagnum.

Vit vilja fegin hoyra tína meining

Her hevur tú møguleika at geva tína meining ella viðmerkingar um, hvat tú leggur dent á tá tað kemur til framtíðina hjá føroyska heilsuverkinum. Hetta kanst tú gera við at skriva beinleiðis á oyðublaðið niðanfyri. Tín meining er týdningarmikil, og vit vilja fegin hoyra hvat tú hevur at siga.

Vit vóna, at tú nýtir møguleikan at ávirka framtíðina hjá føroyska heilsuverkinum.

Takk fyri!

Tínar viðmerkingar

Hvat er heilsupolitikkur?

Ein heilsupolitikkur er ein felags ætlan fyri, hvussu vit tryggja bestu heilsutænasturnar til føroyingar. Hesin leggur lunnar undir eitt burðardygt og gott heilsuverk, sum bæði røkkur dagsins avbjóðingum og framtíðar tørvi. Visjónin er, at føroyska heilsuverkið skal vera á støði við bestu heilsuverkini í heiminum.

Hvat skal heilsupolitikkurin gera?

Heilsupolitikkurin skal:

  • Styrkja fyribyrging og heilsufremjan.
  • Tryggja, at røtt viðgerð verður veitt á røttum stað og til rætta tíð.
  • Leggja dent á politiskar, fakligar og almennar raðfestingar, sum stuðla undir vælferð í samfelagnum.
  • Tryggja, at heilsuverkið er burðardygt og dygdargott í framtíðini.

Hví er tín meining týdningarmikil?

Heilsupolitikkurin skal vera fyri allar føroyingar, og tí er týdningarmikið, at øll hava møguleika at geva sítt íkast. Við breiðari semju og samstarvi kunnu vit leggja lunnar undir heilsuverkinum, sum røkkur okkum øllum.

Les eisini: Um Heilsupolitikkin 2025-2035