
Frá Kommunulæknaskipan til Heilsutænastur í nærumhvørvinum
Tann 1. juni 2025 kom nýggj lóg um heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgaranum í gildi.
Býtið í heilsuøkir
Í heilsuøkjunum verða skipaðar heilsumiðstøðir. Í fyrstu atløgu verða hesar heilsumiðstøðir tær somu, sum fyrr vórðu nevndar læknamiðstøðir ella læknahús. Sum frá líður fara fleiri heilsutænastur at verða lagdar til heilsumiðstøðirnar.
Flestu heilsuøkini eru størri enn læknadømini vóru, tí hava flestu borgarar nú møguleika at velja millum fleiri kommunulæknar, enn teir kundu fyrr.
Yvirlit yvir heilsuøkini
Heilsuøki | Kommunur |
Heilsuøki 1 | Fugloyar kommuna, Viðareiðis kommuna, Kunoyar kommuna, Hvannasunds kommuna, Klaksvíkar kommuna, Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna. |
Heilsuøki 2 | Runavíkar kommuna, Nes kommuna og Sjóvar kommuna. |
Heilsuøki 3 | Sørvágs kommuna, Vága kommuna, Vestmanna kommuna, Kvívíkar kommuna, Sunda kommuna, Eiðis kommuna og Tórshavnar kommuna (bert Kollafjørður, Signabøur og Oyrareingir). |
Heilsuøki 4 | Tórshavnar kommuna (undantikið Kollafjørður, Signabøur og Oyrareingir), Skopunar kommuna, Sands kommuna, Skálavíkar kommuna, Húsavíkar kommuna og Skúvoyar kommuna. |
Heilsuøki 5 | Hvalbiar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Fámjins kommuna, Hovs kommuna, Porkeris kommuna, Vágs kommuna og Sumbiar kommuna. |
Niðanfyri eru leinkjur til lógina um heilsutænastur í nærumhvørvinum og viðkomandi kunngerðir:
- Løgtingslóg um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgaranum
- Kunngerð um ferðaendurgjald, gjald fyri leigubil og bústað til kommunulæknaavloysarar
- Kunngerð um at velja kommunulækna
- Kunngerð um heilsuøkir og heilsumiðstøðir
- Kunngerð um broyting í kunngerð um ískoyti til gjald fyri veiting hjá privatstarvandi ergoterapeuti (Setanarviðurskifti hjá kommunulæknum nágreinað)
- Kunngerð um broyting í kunngerð um ískoyti til gjald fyri veiting hjá privatstarvandi fysioterapeuti (Setanarviðurskifti hjá kommunulæknum nágreinað)