Kommunulæknar

Heilsutænasturnar í nærumhvørvinum hava ein týdningarmiklan leiklut bæði í sambandi við sjúklingaviðgerð og sum partur av heilsuverkinum. Í Føroyum eru 36 kommunulæknastørv. Øll, sum búgva í Føroyum, skulu hava ein kommunulækna.

Borgarar skulu velja lækna í heilsuøkinum, teir búgva í. Allir borgarar kunna velja millum fleiri kommunulæknar.

Yvirlitið niðanfyri lýsir hvussu kommunurnar í landinum eru býttar í heilsuøkir.

Yvirlit yvir heilsuøkini

HeilsuøkiKommunur
Heilsuøki 1Fugloyar kommuna, Viðareiðis kommuna, Kunoyar kommuna, Hvannasunds kommuna, Klaksvíkar kommuna, Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna.
Heilsuøki 2Runavíkar kommuna, Nes kommuna og Sjóvar kommuna.
Heilsuøki 3Sørvágs kommuna, Vága kommuna, Vestmanna kommuna, Kvívíkar kommuna, Sunda kommuna, Eiðis kommuna og Tórshavnar kommuna (bert Kollafjørður, Signabøur og Oyrareingir).
Heilsuøki 4Tórshavnar kommuna (undantikið Kollafjørður, Signabøur og Oyrareingir), Skopunar kommuna, Sands kommuna, Skálavíkar kommuna, Húsavíkar kommuna og Skúvoyar kommuna.
Heilsuøki 5Hvalbiar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Fámjins kommuna, Hovs kommuna, Porkeris kommuna, Vágs kommuna og Sumbiar kommuna.

 

Á heimasíðuni hjá Heilsutrygd www.heilsutrygd.fo er nærri kunning um heilsutænasturnar í nærumhvørvinum herundir m.a. yvirlit yvir kommunulæknar, heilsuøkir, veitingar frá Heilsutrygd og kunning um Læknavaktina.