Koppsetingarbólkurin

Á heysti 2020 setti landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, koppsetingarbólkin at orða eina COVID-19 koppsetingarætlan fyri Føroyar, og koma við tilmælum til politiska myndugleikan um, hvussu tilboðið um COVID-19 koppingarevni verður veitt á skilabesta hátt.

Koppsetingarbólkurin er mannaður við viðkomandi fakfólkum og myndugleikapersónum.

Hesi manna koppsetingarbólkin:

  • Lars Fodgaard Møller, landslækni, formaður
  • Hjalti Gunnarstein, landsapotekari
  • Tummas í Garði, varastjóri við læknafakligari bakgrund
  • Lena Lambaa, smittuverjufrøðingur
  • Djóni S. Joensen, kommunulækni, Heilsutrygd
  • Irena Nolsø, fulltrúi, Heilsumálaráðið
  • Katrin Gaard, fulltrúi, Heilsumálaráðið, samskipari

Koppsetingarætlanin

Koppingarætlanin varð handað landsstýrismanninum í heilsumálum 16. desember 2020.

Koppingarætlanin er eitt fakligt tilmæli, har støða er tikin til, hvussu tilboðið um koppseting fyri COVID-19 skal raðfestast, hvar koppsetingin skal fara fram, umframt praktisk og skipanarlig viðurskifti í sambandi við koppsetingina.

Koppsetingarætlanin kann lesast her.