
Krabbameinsætlanin (2022)
Millum nógvu tilmælini í krabbameinsætlanini eru herd átøk ímóti royking, screening fyri tarmkrabba og víðkað tilboð um screening fyr lívmóðurhálskrabba, endurmenning av krabbameinssjúklingum, endurnýggjan av viðgerðartólum, uppraðfesting av palliasjón og nógv annað. Landsstýrismaðurin í heilsumálum fegnast um nýggju ætlanina og ikki minst um lógarfestu viðgerðartrygdina, sum er ein hornasteinur í henni. Hann er eisini til reiðar at seta tey fyrstu átøkini í verk beinanvegin.