Sjúkrahúsverkið

Sjúkrahúsverkið átekur sær sjúkugreiningar, viðgerðir og røkt av bæði likamliga og sálarliga sjúkum fólki.

Sjúkrahúsverkið fevnir um Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús, Suðuroyar Sjúkrahús, Sjúklingahotellið Tórshavn og annað. Ein felags leiðsla er skipað fyri tey trý sjúkrahúsini.

Landssjúkrahúsið

Landssjúkrahúsið er meginsjúkrahúsið í Føroyum og er eitt tað størsta einstaka arbeiðsplássið í landinum. Visjónin er at kunna bjóða føroyingum eina góða heilsutænastu á alsamt fleiri økjum í Føroyum, og har hetta ikki er møguligt,  tryggja sjúklingum viðgerð ígjøgnum gott samstarv við sjúkrahús uttanlands.

Á Landssjúkrahúsinum eru ca. 850 starvsfólk býtt í umleið 30 starvsbólkar, 127 seingjarpláss og um 29 serlæknaøkjum, íroknað 9 konsulentøkir. Innan fleiri onnur serlæknaøki er ráðgeving skipað, soleiðis at læknar uttanlands eru við í viðgerðini av sjúklingum á Landssjúkrahúsinum.

Uppgávan hjá sjúkrahúsinum er at kanna, viðgera, røkta og venja sjúklingar uppaftur. Sjúkrahúsið hevur eina bráðfeingis  tilbúgvingarskipan alt samdøgrið innan tey stóru serlæknaøkini.

Landssjúkrahúsið hevur eina stjórn, sum tekur tær yvirskipaðu avgerðirnar á Landssjúkrahúsinum. Sjúkrahússtjórin, sum eisini er forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, hevur evstu ábyrgd mótvegis Heilsumálaráðnum.

Aðalmálið hjá Landsjúkrahúsinum, saman við Sjúkrahúsverkinum, er at veita eina dygdargóða heilsutænastu alt lívið. Sjúkrahúsverkið veitir heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð, og er málið at veita dygdargóðar heilsutænastur, bornar av vitan og tænastusinni. Vitan fevnir um fakliga vitan, førleikar og menning, tøkni í breiðastu merking og mentan, sum er opin og fevnandi. Tænastusinni er ein uppliving av at vera í miðdeplinum, uppliving av góðari tænastu og uppliving av nærlagni.

Klaksvíkar Sjúkrahús

Klaksvíkar sjúkrahús hevur eina felags seingjadeild fyri heiliráð- og skurðøkið, ið hevur 22 føst seingjarpláss. Afturat eru 4 pláss til dagskurð, 3 til viðrakning og 1 akuttpláss.

Á Klaksvíkar sjúkrahúsi verður viðgerð veitt innan medisin og kirurgi. Hjálparlæknar røkja forvaktina, meðan kirurgur røkjur dagliga virksemið á skurðgongini. Avloysarar røkja sergreinina anæstesi. Klaksvíkar sjúkrahús samstarvar við Landssjúkrahúsið innan læknaligu serøkini, millum annað er samstarv við røntgenlækna.

Klaksvíkar sjúkrahús hevur fastar avtalur við serlæknar í øðrum greinum, t.d. innan knæ- og mjadnakirurgi, hondkirurgi, akslakirurgi og urologi. Harumframt er landsfevnandi svøvnkøvuambulatorium, ryggambulatorium og serligt viðgerðartilboð til børn. Sjúkrahúsið hevur harumframt endurvenjingartilboð, eitt nú til fólk við gikt og sklerosu.

Klaksvíkar sjúkrahús hevur rannsóknarvirksemi í Læknamiðstøðini í Gøtudali og á Heilsudepilinum við Skálafjørðin í Runavík.

Endurvenjing fyri seinheilaskaða er skipað á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Ein samstarvsavtala er við Klaksvíkar Sjúkrahús um Læknavaktina (1870).  Tey, sum verða ávíst til Læknavaktina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, fáa upplýst eina tíð, tá tey skulu møta á sjúkrahúsinum.

Suðuroyar Sjúkrahús

Suðuroyar sjúkrahús hevur eina felags seingjardeild fyri heiliráð- og skurðøkið við 26 seingjarplássum. Uppgávan hjá sjúkrahúsinum er at kanna, viðgera, røkta og venja sjúklingar uppaftur.

Á Suðuroyar sjúkrahúsi eru settir ein yvirlækni innan kirurgi, ein medisinskur yvirlækni og ein yvirlækni í anæstesi, sum eisini er serlækni í pínuviðgerð. Á skurðøkinum verður viðgerð veitt m.a. innan urologi, ortopædi, plastikkkirugi og almenna kiurgi. Suðuroyar sjúkrahús hevur eina bráðfeingis tilbúgvingarskipan alt døgnið.

Sjúkrahúsið hevur umframt egna rannsóknarstovu, eisini rannsóknarstovuvirksemi á Læknamiðstøðini í Vági tvær ferðir um vikuna.

Samsvarandi menningarætlanini hevur sjúkrahúsið landsdekkandi pínuviðgerð. Afturat serlæknanum í pínuviðgerð verða stuðulstænastur veittar innan sálarfrøði, sjúkrarøkt, sosialráðgeving, fysioterapi og ergoterapi. Sjúkrahúsið hevur harumframt onnur endurvenjingartilboð, eitt nú til fólk við parkinson.

Ein samstarvsavtala er við Suðuroyar Sjúkrahús um Læknavaktina (1870).  Tey, sum verða ávíst til Læknavaktina á Suðuroyar Sjúkrahúsi, fáa upplýst eina tíð, tá tey skulu møta á sjúkrahúsinum.