Arbeiðsøkir

Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur politisku ábyrgdina av hesum málsøkjum

  • Heilsa og fyribyrging
  • Norðurlandasamstarvið

Tú kanst lesa meira um arbeiðsøkini her.

Málsøkjabýtið

Sambært kunngerðini um býti av málsøkjum umsitur landsstýrismaðurin í heilsumálum apoteksverkið, fyribyrgjandi heilsutiltøk, heilsugranskingarmál, norðurlandamál, ráð og nevndir innan heilsuøkið, rúsevnismisnýtslu, sinnissjúk, sjúkrahúsverkið, stovnar og fyriskipanir innan heilsuøkið, tilbúgving á heilsuøkinum og tubbaksmál.