Heilsumálaráðið   >   Faroese Edition   >   Arbeiðsøkir   >   CTD   >   Viðgerð

Viðgerð

Viðgerðin er einføld og snýr seg um at tilføra sjúklinginum carnitin í so stórum mongdum, at innihaldið av carnitini í blóðinum fæst upp um normala markvirði fyri carnitin í blóðinum. Harvið ”flýtur” so nógv carnitin inni í kyknunar, at feittforbrenningin kann verða, sum hjá frískum persónum.

Um børn við CTD taka carnitin regluliga, vísa tey seg at mennast fullkomiliga normalt og eru ikki í størri vanda enn onnur børn fyri at gerast sjúk.

Týdningarmikið er at vita, at carnitin verður útskilt skjótt aftur, tí kunnu persónar við CTD, um teir spýggja ella á annan hátt halda uppat at taka carnitin, eftir stutta tíð hava trot á carnitini. Í slíkum støðum kann verða neyðugt at innleggja sjúklingin til intravenøsa carnitinviðgerð, til viðkomandi aftur kann taka carnitin.

Afturat viðgerðini er tað vert at vita, at ávís sløg av heilivági minka um innihaldið av carnitini í kroppinum og eiga harvið ikki at verða givin sjúklingum við CTD. Tað snýr seg serliga um hesi sløg av heilivági:
pivampicillin (antibiotikum, íroknað pondocillin) og valproat (epilepsiheilivágur), sum ikki eiga at verða givin sjúklingum við CTD.

Harafturat er talan um pivmecillinam (Selexid® og Penomax®), eitt antibiotikum nýtt fyri bløðrubruna. Landslæknin hevur sett sum krav, at tá læknin útskrivar eina forskrift til heilivág við antin pivampicillin ella pivmecillinam í, skal læknin fyrst kanna, um ein blóðroynd finst, sum vísir á, at carnitinið er yvir 10 µmol/L, og hetta skal viðmerkjast í forskriftini. Um hetta ikki stendur í forskriftini, kann persónurin ikki fáa heilivágin útflýggjaðan á apotekinum.

CTD-sjúklingar kunnu eisini í ávísan mun økja teirra carnitinupptøku við at eta ofta og við at eta mat,sum inniheldur carnitin, so sum reytt kjøt, sum hevur ógvuliga høgt innihald av carnitini, men tað kann ongantíð koma ístaðin fyri carnitin viðgerð og eigur ikki at verða ein týðandi partur av viðgerðini hjá carnitin sjúklingum.