Landsstýrismaðurin í heilsumálum fekk á tíðindafundi tann 17. september 2021 handað ætlanina fyri nýggja Fólkaheilsustýrið. Við nýggja stýrinum verða nógvar uppgávur, sum í dag eru spjaddar út á fleiri ymiskar stovnar og eindir í heilsuverkinum, savnaðar á einum stað. Harumframt fær stýrið eisini fleiri nýggjar uppgávur at loysa.

Tíðliga í 2021 setti landsstýrismaðurin ein arbeiðsbólk at gera eitt uppskot um at skipa eitt fólkaheilsustýrið. Afturat sær hevði arbeiðsbólkurin ein serfrøðingabólk og ein hoyringsbólk, har viðkomandi partar vóru umboðaðir.  Arbeiðsbólkurin handaði landsstýrismanninum ætlanina við heitinum “Ætlan fyri Fólkaheilsustýri í Føroyum 2022 – 2028. ”

Tørvur er á einum Fólkaheilsustýri at savna tær yvirskipaðu heilsufakligu uppgávurnar – eitt Fólkaheilsustýri, sum hevur hollan kunnleika til føroysk heilsuviðurskifti og samfelagsviðurskifti sum heild, og sum kann loysa eina røð av heilsufakligum uppgávum.

Sambært ætlanini verður í fyrstu syftu talan um at savna virksemið hjá Fólkaheilsuráðnum, Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Ílegusavninum umframt at seta skjøtul á nakrar nýggjar uppgávur. Ætlanin er býtt í fýra stig og er mest ítøkilig fyri árini 2022 - 2028.

Fólkaheilsustýrið fer sum frálíður at fáa fleiri nýggjar uppgávur, eisini uppgávur, sum danskir stovnar og myndugleikar loysa í dag.

Fólkaheilsustýrið skal m.a. loysa hesar nýggju uppgávurnar:

  • Gera tilmælir til politiska myndugleikan um ráðlegging innan heilsuøkið
  • Hava um hendi fólkaheilsuarbeiðið, heilsufremjan og fyribyrging
  • Umsita tær uppgávur, ið eru lagdar til Ílegusavnið sambært ílegulógini
  • Veita heilsufakliga ráðgeving til myndugleikar og stovnar
  • Skipa, viðgera og menna hagtøl á heilsuøkinum
  • Skipa, umsita og menna heilsuskráir
  • Veita borgarum og almenninginum kunning um heilsufaklig viðurskifti
  • Tilevna vegleðingar til heilsulóggávu
  • Umsita tilbúgvingina í heilsuverkinum
  • Dygdarmenna føroyska heilsuøkið
  • Gera greiningar og heilsufrágreiðingar
  • Hava eftirlit við apoteksverkinum, rúsevnisstovnum og viðtaluhølum
  • Gera eftirmetingar
  • Góðkenna stovnar og skipanir