
Apoteksverkið
Apoteksverkið er stovnur undir Heilsumálaráðnum, og fevnir um Tjaldurs Apotek, Eysturoyar Apotek, Norðoya Apotek, Suðuroyar Apotek, Landsapotekaraembætið og Apoteksgrunnin.
Apoteksverk Føroya hevur einkarætt at framleiða, flyta inn, flýggja út, hava á goymslu, handla við og pakka heilivág, uttan so at annað er ásett í apotekslógini ella reglum við heimild í apotekslógini.
Landsapotekarin hevur eftirlit við, at lógin og ásetingarnar við heimild í lógini verða hildnar.
Lógargrundarlagið undir Apoteksverkinum er Ll. nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág við seinni broytingum (apotekslógin), umframt kunngerðir givnar við heimild í apotekslógini.