Fólkaheilsa

Fólkaheilsuarbeiðið fevnir um bæði heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk. Í 2000 varð Fólkaheilsuráðið sett á stovn. Fólkaheilsuráðið er ráð undir landsstýrismanninum, og hevur sum uppgávu at styrkja tiltøk fyri heilsufremjing, sjúku- og vanlukkufyribyrging, bæði í almanna- og heilsuverkinum.

Á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum www.folkaheilsa.fo er nærri kunning um m.a. átøk at betra fólkaheilsu og kanningar um heilsustøðu hjá føroyingum.

Tann 1. januar 2023 verður Fólkaheilsustýrið skipað sum ein sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum. Uppgávurnar hjá Fólkaheilsustýrinum verða fjølttáttaðar, og fara m.a. at fevna um at ráðgeva politiska myndugleikanum, fólkaheilsuarbeiði, kunning, gera vegleiðingar og leiðbeiningar, hagtøl og greiningar.

Ætlan fyri Fólkaheilsustýrið í Føroyum 2022-2028

Uppskot til Løgtingslóg um Fólkaheilsustýrið