Gransking á Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu

Arbeiðsuppgávurnar hjá Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu eru í høvuðsheitum:

  • at kanna einstaklingar fyri sjúku ella mein av arbeiðsávum,
  • at meta um arbeiðsførleika, serliga í sambandi við fyritíðarpensjón, endurbúgving og yrkisráðgeving,
  • at ráðgeva Arbeiðseftirlitinum og Skipasýninum í arbeiðsmedisinskum spurningum,
  • at skipa fyri sjúkufyribyrgjandi arbeiði og
  • at fremja granskingarvirksemi í arbeiðs- og almannaheilsu.

Deildin hevur, síðani hon varð sett á stovn í 1988, skipað fyri ymiskum granskingarvirksemi í bæði arbeiðslæknafrøði og fólkaheilsu. Hetta virksemi, sum hevur verið í neyvum samstarvi við starvsfelagar í Evropa, USA og Asia, er fíggjað við peningi úr almennum og privatum grunnum í USA, ES og Danmark. Ein megintáttur í granskingini er, hvussu dálkingin í heimshøvunum ávirkar heilsuna hjá stívliga 2000 føroyskum børnum, serliga miðnervalag og órinverju teirra. Sí nærri á www.health.fo

SAMBAND

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
Sigmundargøta 5
100 Tórshavn

Tlf. 316696
dfaa@health.fo
www.health.fo

MÁL- OG AVRIKSSÁTTMÁLI

Mál- og avrikssáttmáli millum DfAA og Heilsumálaráðið, sí her